* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Marstal Maersk tók í botn í Suezveitini

Marstal Maersk, sum hoyrir til Tripple-E røðina av bingjuskipum hjá Maersk Line, tók um vikuskiftið í botn í Suezveitini, tá tað var á veg norður ígjøgnum veitina sum partur av einum skipafylgi.

Risastóra bingjuskipið, ið er 399 metrar langt og 59 metrar breitt, seinkaði skipafylginum, men slapp tó skjótt víðari.

Marstal Maersk er bygt á suðurkoreansku skipasmiðjuni Daewoo Shipbuilding & Marine Engineering í 2013. Skipið kann lasta 18.000 tjúgufóts bingjur (TEU).

Kilde: Vesseltracker.com/maritimedanmark.dk