* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eivind Olsen tekur í løtuni maskinmeistaraútbúgving í Norra. Av tí at hann hevur maskinistútbúgving, kann hann taka maskinmeistaraútbúgvingina upp á eitt ár aftrat í Norra. Tað kunnu aðrir føroyskir maskinistar eisini gera, men seinasti møguleiki er við skúlaársbyrjan í august í ár. Eftir tað broytist skipanin

Maskinistur: Tak maskinmeistaraútbúgving í Noregi

Vestmenningurin, Eivind Olsen, tekur í løtuni maskinmeistaraútbúgving í Noregi. Sum maskinistur kann hann fáa maskinmeistaraútbúgvingina eftir einum ári, tá hann hevur maskinistútbúgving frammanundan. Tað ber ikki til í Føroyum.

 

Tá hann fekk kravboð frá reiðarínum, annaðhvørt at taka fulla maskinmeistaraútbúgving ella at finna sær nýtt arbeiði, gjørdi Eivind Olsen av at fara upp á maskinskúla í Noregi. Tað loysir seg nevniliga hjá einum føroyskum maskinisti, tí tað er nógv skjótari at fáa fulla maskinmeistaraútbúgving í Noregi í dag. Men tað verður ikki so leingi aftrat.

 

- Eg tók maskinistin í Føroyum, og tann útbúgvingin er avmarkað til 3000 kwt, og flestu skipini hava í dag størri maskinorku enn tað. Skal eg taka útbúgvingina í Føroyum, so má eg taka øll trý árini av nýggjum, men her í Norra kann eg taka útbúgvingina eftir einum ári, sigur Eivind Olsen.

 

Hann hevur siglt bæði sum maskinistur og maskinstjóri, men nú vildi reiðaríið hava hann at taka fulla útbúgving, um hann vildi halda fram hjá teimum. Seinastu tíðina fiskaði hann krill við einum stórum krill-skipi – 130 metrar langt.

 

 - Tá eg visti, at eg í Norra kundi sleppa at byggja uppá maskinistútbúgvingina, sum eg havi, valdi eg at gera tað. Men um onkur føroyskur maskinistur ætlar at gera brúk av hesum møguleikanum, so er tað seinasti møguleiki í ár, tað er við skúlaársbyrjan í august. So tað ræður um at seta seg í samband við onkran maskinmeistaraskúla í Norra sum skjótast, sigur Eivind Olsen.

 

Um eitt ár verður norska maskinmeistaraútbúgvingin broytt, og tá fer ikki at bera til at sleppa inn á skúlan við maskinistinum, fyri á tann hátt taka maskinmeistaraútbúgvingina.

 

Sjálvur gongur Eivind Olsen á einum maskinmeistaraskúla á Måløy, sum liggur liggur norðanfyri Florø.

 

- Tað er ein avbera góður skúli við góðum og hjálpsomum lærarum. Hesin skúlin hevur rættiliga gott orð á sær. Og møguleikin er hampuliga góður at fáa okkurt til leigu at búgva í, sigur Eivind Olsen.

 

Norska maskinmeistaraútbúgvingin hevur sama virðið sum tann føroyska. Útbúgvingin hevur STCW-átekning.