* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
- Eg kann liva við nýggju avtaluni við Fíggjarmálaráðið, sigur Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Maskinmeistarafelagið kann liva við semjuni

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum er hampuliga væl nøgdur við semjuna, sum felagið hevur gjørt við Fíggjarmálaráðið.

- Eg haldi, at vit kunnu liva við semjuni. Eg vil samanbera hetta við at vera “the underdogs” – og fáa javnleik, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Ólavur Gunnarsson.

Sáttmálasamráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið vóru drúgvar. Endin var kortini, at Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið undirskrivaðu nýggjar tveyára sáttmálar fyri maskinmeistarar í almennum størvum á landi, við Strandfaraskipum landsins og við Magnusi Heinason.

Fyrsta árið verðu lønarhækkingin 2,3 prosent.

Nýggjar lønartalvur

Skal formaðurin í Maskinmeistarafelagnum taka dagar ímillum ymsu niðurstøðurnar í nýggju avtaluni, ja, so er hann fegnast um nýggju lønartalvurnar.

- Nýggju lønartalvurnar, har longri er millum stigini, dámar mær væl. Har er avgjørt potentiali, sum vit koma at byggja uppá í komandi sáttmálum. Hinvegin vildi eg ynskt, at meira kom í lønarposan til allar limirnar, sigur Ólavur Gunnarsson við antares.fo.

Maskinmeistarar á landi verða seinna árið fluttir yvir í nýggja lønartalvu, har longri verður millum aldursstigini og sostatt verða endalønirnar eisini nakað hægri. Hækkingin verður eitt sindur ymisk eftir hvønn lønarbólk, talan er um.

Meira næstu ferð

Ólavur Gunnarsson sigur, at til næstu samráðingar fer avgjørt at vera arbeitt fyri at fáa so nógv í lønarposan sum tilber.

- Haraftrat fara vit at byggja víðari uppá hækkingina av stigunum, soleiðis at vit, sum frálíður, kunnu bjóða limunum eina super spennandi lønartalvu, har starvsaldurin veruliga gevur útslag, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum at enda við anteres.fo.