* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggjasta útgávan av blaðnum hjá Maskinmeistarafelagnum, Maskinmeistarin.

Maskinmeistarafelagið sum virkin viðspælari

Blaðið hjá Maskinmeistarafelagnum, Maskinmeistarin, er júst útkomið, og í oddagreinini vísir formaðurin á stóra týdningin við einum fakfelag sum Maskinmeistarafelagnum.

- Hvussu sært tú upp á eitt fakfelag? Ert tú yvirhøvur limur, ella ert tú ein av teimum, sum heldur, at tíðin er farin frá fakfeløgunum, spyr formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Ólavur Gunnarsson, í oddagreini í nýggjastu útgávuni av blaðnum, Maskinmeistarin.

Og hann svarar sjálvur:

- Hava vit ongan at halda í herðatoppin á arbeiðsgevarunum, so vildu teir uttan iva gjørt sær dælt av støðuni, og korini hjá tí einstaka vildu so við tíðini verið hareftir, sigur hann.

Ólavur Gunnarsson vísir á, at hann mangan rennir seg í onkran, sum fýlist á, at tú fært so lítið fyri limagjaldið. Her heldur formaðurin tað valdast eygað, sum sær.

- Hvussu hevði verið vorðið, um ongin hevði sett fram krøv vegna limirnar – og staðið fast við tey – eisini tá tað brýtur í bæði borð, spyr Ólavur Gunnarsson.

Hann vísir á, at felagið júst hevur gjørt fleiri sáttmálar, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Felagið varar av umleið 20 størri og smærri sáttmálum.

- Haraftrat hava vit eina rúgvu at persónsmálum og øðrum uppgávum. Tað kunnu vera tulkingarspurningar um viðurskifti, har ein maskinmeistari til dømis er ósamdur við arbeiðsgevaran.

- Vit eru til fyri limirnar, og vit vildu so fegin gjørt upp aftur meira fyri limir okkara. Tí er ætlanin at skipa fyri ymsum limatiltøkum kring landið, har viðurskifti verða lýst, sum hava felags áhuga, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Ólavur Gunnarsson.

Kelda: Maskinmeistarin