* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maskinmeistarar samráðast um nýggjan sáttmála

Maskinmeistarafelagið er í løtuni í samráðingum um fýra sáttmálar, sáttmálan hjá Strandferðsluni, sáttmálan hjá alment settum maskinmeistarum á landi, sáttmálan við Vørn og sáttmálan hjá teimum, sum eru við Magnusi Heinason.

 

Sáttmálin hjá alment settum maskinmeistarum í landi umfatar millum annað sjúkrahúsini og arbeiðseftirlitið, skrivar Kringvarp Føroya á heimasíðuni.

 

Kringvarpið endurgevur formannin í Maskinmeistarafelagnum, Ólav Gunnarsson, fyri at siga, at partarnir standa langt frá hvørjum øðrum.

 

Maskinmeistarafelagið krevur í samráðingunum, at teirra løn fer at líkjast meira lønini hjá alment settum maskinmeistarum í Danmark.

 

Myndatekstur: Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

 

Kelda: Kringvarp Føroya