* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
43 næmingar fingu handað prógv á Vinnháskúlanum fríggjadagin. (Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen)

Maskinmeistarar, skiparar og skipsførarar fingu prógv


Fríggjadagin var prógvhandan á Vinnuháskúlanum, har 43 næmingar fingu prógv, teira millum var ein kvinna, sum tók prógv sum skipari.

 

Av teimum 43 næmingunum, sum fingu prógv, vóru 11 skiparar, 15 skipsførarar og 17 maskinmeistarar.

 

Seinastu árini hava nakrar kvinnur verið millum tey lesandi á Vinnuháskúlanum, og hesaferð tók Vár Egholm úr Havn prógv sum skipari. Hon heldur fram at lesa til skipsførara.

 

Ein rættiliga ungur maður tók prógv sum skipsførari í ár, og tað var 20 ára gamli Stefan Gunnbjørnson Joensen úr Hósvík. Hann er sonur Gunnbjørn Joensen, sum í fleiri ár var annar av stjórunum í Thor í Hósvík.

 

Vit hava meira frá hátíðarhaldinum á Vinnuskúlanum mánadagin komandi.