* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

McKinsey: Bingjuskip upp á 50.000 teu eru framtíðin

Í eini framtíðarmynd vísir altjóða ráðgevingarhúsið McKinsey í eini frágreiðing á talgildu menningina, sum fer at broyta bingjuídnaðin við sjálvstýrandi risaskipum.

Sjálvstýrandi bingjuskip upp á 50.000 teu í einum heimi við nøkrum fáum reiðaríum, har farmanøgdirnar eru millum tvær og tríggjar ferðir størri enn í dag.

Soleiðis sær ein framtíðarmynd út fyri bingjuídnaðin sambært eini nýggjari frágreiðing frá altjóða ráðgevingarhúsinum McKinsey við heitinum How container shipping could reinvent itself for the digital age.

Frágreiðingin vísir m.a. á, at tað bert fara at vera 3-4 stór bingjureiðarí eftir í 2067 í einum ídnaði, har logistikkur, freight forwarding, sum eitt sjálvstøðugt øki at kalla ikki verður til, tí talgilda samspælið fer at skerja tørvin á millumliðum og verða avloyst av tænastuveitingum og fleiri luttakrum í útgerðarketuni.

"Tørvurin hjá kundunum fer at vera ymiskur. Nakrir fara at vænta, at reiðaríini eru fult integreraði í sínum útgerðarketum, sum teir fara at vera fúsir at rinda eyka fyri. Aðrir fara at halda fram við at spyrja eftir sjóflutningi fyri lægst møguligan prís. Báðir kundabólkar fara at vænta, at gjøgnumskygni og álitssemi er reglan, ikki undantakið," verður sagt í eini av niðurstøðunum í McKinsey-frágreiðingini:

"Tvørturum ídnaðin fara allir vinnarar at hava talgilt samvirkanina við kundarnar og rakstrarskipanir teirra, og teir fara at verða fullkomiliga tongd at hvør øðrum."

Kelda: shippingwatch.dk