* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Vit mugu gevast við ógvusligu plastikkdálkingini, sigur granskari.

- Eg eri partur av einum stórum trupulleika, sum er lættur at gloyma. Eg meti, at vit í USA hava dálkað við 300 pundum av plastikki í part bara hetta seinasta árið. Hevur tað nakað at siga? Ja, tað hevur tað avgjørt, sigur Thomas N. Thompson, Ph.D, Johns Hopkins, pensjóneraður havumhvørvis- og orkuserfrøðingur hjá Maritime Adminstration (MARAD), sum er partur av amerikanska Flutningsmálaráðnum.

 

Í einari nýggjari frágreiðing sigur National Academy of Sciences, Verkfrøði og Heilivág, at vit kvala okkum sjálvi spakuliga íhel av framleiddum plasltavfalli, og 80 prosent av skaðiliga plastikkinum í havinum kemur frá keldum á landi.

 

- Tað er mikroplastið, tað, sum er minni enn 5 mm (stødd sum eitt sesamfræ) og nanoplastikkið (upp aftur smærri plast) sum er trupulleikin. Altso mikroplast og nanoplast eru tann stóri trupulleikin. Av tí at vit hava tikið nógv av tí upp í føðiketuna, eta vit tað, sigur Thomas N. Thompson.

 

Plastikk kann ikki niðurbrótast lívfrøðiliga. Tað verður brotið niður í smærri og smærri stykkir, men mannalikamið kann ikki sodna plastikk.

 

Thomas N. Thompson vísir á, at plastdálking fremur eisini veðurlagsbroytingarnar. Meginparturin av mikroplasti er litað ella málað, sum fær tey at súgva sólina í seg, og tað ger sítt til at hitin á jørðini veksur

 

- Kanska fara okkara heimsleiðarar at minnast tey 8 milliónir tonsini av plastikkavfalli, sum endar í havinum hvørt einasta ár, sigur Thomas N. Thompson, millum annað í grein í MarineLink.

 

Kelda: MarineLink