* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska fyritøkan, Fitjar Mekaniske Verksted, kemur á marknaðin við nýggjum konsepti, har til ber at gera alibátar, sum verða riknir við ravmagni burturav. Ynskir tú aðra hybrida loysn, so ber tað eisini til.

Meira battarí og minni diesel

Norsk fyritøka kemur nú við nýggjum umhvørvisvinarligum konsepti at reka bátar í alivinnuni.

 

Tað er fyritøkan, Fitjar Mekaniske Verksted, ið kemur á marknaðin við nýggja konseptinum.

 

- Nú skulu viðskiftafólk sjálvi kunna velja. Vilja tey hava ein alibát, sum verður rikin við ravmagni (ravlaði/battarí) ella vilja tey hava aðrar hybridar loysnir. Vit skulu snøgt sagt tosa saman um, hvørja hybridloysn okkara viðskiftafólk vilja hava, sigur Hugo Strand við Kyst.no sambært Skipsrevyen.

 

Upplýst verður um nýggja konseptið á væl umtóktu Norfishing-stevnuni í Tróndheimi miðskeiðis í august.

 

- Vit síggja, at tað er alt meira avgerandi fyri okkara viðskiftafólk, hvussu ein alibátur verður útgjørdur, sigur Hugo Strand.

 

Hann vísir á, at fleiri av alibátunum, teir hava smíðað, sum onki kunnu verða riknir við ravlaði (battarí) burturav – uttan trupulleikar, meðan aðrir, sum hava støðugari rakstur allan dagin, ikki kunnu útgerast á sama hátt.

 

Tað fer ikki at loysa seg at umbyggja bátar, sum longu er í drift, til ravmagns-rakstur. Ikki uttan so, at báturin kortini skal høvuðsumvælast.

 

- Er ætlanin at skifta motor, er tað sjálvandi skilagott at byggja ein ravlaðspakka í í ætlanina, sigur Hugo Strand, stjóri í Fitjar Mekaniske Verksted.

 

Kelda: Skipsrevyen