* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Meira enn 1.000 ísfjøll á siglingarleiðum í ár

Sambært US Coast Guard's International Ice Patrol er 2017 fjórð "ógvisligasta" árið á rað viðvíkjandi rekandi ísfjøllum har norðuri í Norðuratlantshavi. Skrásett eru 1.008 rekandi ísfjøll á siglingarleiðunum í Norðuratlantshavi.

Á ársfundi hjá Patrúljuni í New London, Connecticut, segði ovastin Kristen Serumgard, at talið var høgt orsakað av ógvisligum stormum og jøklafyllingum í Grønlandi, sum bæði høvdu við sær fleiri jøklakálvingar. 

Talið er nógv hægri enn ógvisliga árið í fjør, tá 687 ísfjøll róku suðureftir á siglingarleiðunum. 2017 er tó ikki í topp 10. Hetta er bert 19. álvarsamasta árið síðani ár 1900. Kanadiska ístænastan væntar sambært AP eitt vanligt ísár í 2018. Mett verður, at bert umleið 500 ísfjøll fara at koma inn á siglingarleiðirnar til vanda fyri skipaferðsluna.

Ice Patrol varð stovnað í 1913, í kjalarvørrinum á Titanic-vanlukkuni, og hevur gjørt sína kanning á hvørjum ári síðani (burtursæð frá Fyrra og Seinna Heimsbardaga). Onki skip hevur nakrantíð boðað frá missi av mannalívi ella ogn orsakað av ísfjøllum uttanfyri ávaringarmørkini.

Fleiri skip hava hinvegin siglt á ísfjøll innanfyri mørkini fyri ávaringarøkið, og vísir hetta framhaldandi vandan við ísnavigatión hóast nýtíðar framstig.

Tá tænastan byrjaði løgdu skipini hjá íspatrúljuni seg eftir at finna ísfjallið longst burturi í landsynning og fylgja við tí inntil tað bráðnaði og senda út ávaringar til skipaferðsluna um positónina hjá tí. Hildið varð fram við hesum einfalda arbeiðsháttinum til eftir Seinna Heimsbardaga.

Síðani varð farið undir at brúka flogfør til kanningarnar. Ice Patrol savnar í dag inn upplýsingar frá langtrøkkandi HC-130J patrúljuflogførum og frágreiðingar frá skipaferðsluni, og grundar í alt størri mun greiningar sínar á fylgisveinadátu.

Kelda: Maritime Executive/maritimedanmark.dk