* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Meira olja í Saudiarabia enn higartil hildið

Orkumálaráðið í Saudiarabia boðar nú frá, at oljugoymslurnar í landinum eru størri enn higartil hildið.

 

Velduga stóru oljugoymslurnar í Saudiarabia eru størri enn higartil hildið. Ein óheft eftirkanning gevur sostatt innlit í goymslurnar í landinum, sum ikki er fingið fyrr.

 

Saudiarabia hevur 268,5 milliardir tunnur av olju á goymslu sambært orkumálaráðnum í landinum. Haraftrat hevur landið 9,2 billiónir kubikk av gassi.

 

Higartil hevur verið hildið, at Saudiarabia hevur havt 261 milliardir tunnur av olju á goymslu, og at hetta hevur verið óbroytt seinastu 30 árini. Nú vísir tað seg so, at goymslurnar eru 7,5 milliardir tunnur meira enn higartil hildið.

 

Bara Venesuela, sum er í ringari búskaparkreppu í løtuni, hevur størri oljugoymslu enn Saudiarabia.

 

Orkumálaráðharrin í Saudiarabia, Khalid al-Falih, sigur, at útflutningurin av olju er í løtuni 7,2 milliónir tunnur um dagin. Opec hevur júst gjørt av, at oljuútflutningurin ú Saudiarabia skal avmarkast við 1,2 milliónum tunnum um dagin frá januar í ár. Tað verður gjørt fyri at tryggja hægri oljuprísir.

 

Kelda: Shippingwatch