* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Meksikanska sjóverjutyrlan dettur niður.

Meksikansk sjóverjutyrla datt niður undir eftirlitsarbeiði

Seinnapartin 20. oktober datt ein meksikansk sjóverjutyrla niður ovarlaga í Kaliforniaflógvanum. Tyrlan kannaði, um nøkur ólóglig veiða ella annar kriminalitetur fór fram í økinum.

 

MI-17 tyrlan var miðskeiðis í eftirlitsarbeiðinum í varda økinum haruppi í Kaliforniaflógvanum, tá flogskipararnir mistu tamarhaldið á henni, og hon datt í havið.

 

Útróðrarmenn í økinum boðaðu beinanvegin myndugleikunum frá umvegis fartelefon, og teir fóru eisini beinanvegin manningini á tyrluni til hjálpar, áðrenn meksikanska sjóverjan kom á staðið.

 

11 av teimum 12 av manningini vórðu bjargað. Ein er ikki komin afturíaftur. Níggju av manningini vóru vóru væl fyri, tá tey vórðu tikin upp, men tvey vóru álvarsliga løstað.

 

Orsøkin til at tyrlan datt niður er ógreið, men tað verður nú kannað.

 

Kelda: Maritime Executive


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=kDBahxwpx-s]
Sjónbandaupptøkur av meksikansku sjóverjutyrluni, tá hon datt niður í Kaliforniaflógvan.