* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
SMV Freewinds, sum Scientology-kirkjan eigur, hevur ligið í sóttarhaldi í Karibia, tí onkur hevði fingið meslingar umborð.

Meslingaskip leyslatið úr St. Lucia

SMV Freewinds, sum er eitt 440 føtur stórt reikferðaskip hjá Scientology, hevur ligið í sóttarhaldi í St. Lucia, tí meslingar høvdu brotið út umborð. Skipið varð lagt í sóttarhald 2. mai, skrivar Reuters-tíðindastovan.

 

Skipið, sum hevur ligið í sóttarhaldi á karibisku oynni, St. Lucia, varð leyslatið frá heilsumyndugleikunum hósdagin í farnu viku. Tá høvdu starvsfólk frá karibisku heilsumyndugleikunum latið skipinum 100 skamtar av meslinga-koppingarheilivági.

 

Reikferðaskipið hjá Scientology-kirkjuni slapp ikki úr havnini í St. Lucia av vanda fyri, at manning og ferðafólk fóru at smitta fólk, hagar skipið møguliga fór. Meslingar smitta illa, og tí var sóttarhald lagt á skipið.

 

CNN skrivar, at skipið í løtuni sær út at hava kós ímóti oynni Curacao.

 

Leiðandi læknin í St. Lucia sigur, at fólk umborð vóru smittað við meslingum, men at tamarhald er á sjúkuni. Hon vísir á, at 10 til 12 dagar ganga, frá tí, tú verður smittaður við sjúkuni, til meslingarnir bróta út.

 

Higartil í ár eru fleiri amerikanarar smittaðir enn seinastu 25 árini árliga. Bara hesa seinastu vikuna eru 700 fólk skrásett við sjúkuni.

 

Sambært heimasíðuni hjá Scientology er reikferðaskipið SMV Freewinds eitt flótandi missiónshotell.

 

Kelda: Reuters