* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

24 ára gamli langfaratrolarin Enniberg verður sum nýggjur, tá hann er liðugt uppstigaður um mánaðarskiftið. 

Skipasmiðjan MEST hevur staðið fyri meginpartinum av arbeiðnum inni á Skála, men eisini aðrir aktørar hava verið uppi í leikinum, sigur Mourits Mohr, stjóri í MEST. 

Hann væntar, at Enniberg verður latin eigarunum aftur um mánaðarskiftið, eftir at hava verið í dokk og á beding seinastu tríggjar mánaðirnar ella so. 

Enniberg hevur m.a. fingið nýggjan høvuðsmotor, gir, generatorsett og skrúvu ísetta. Motorurin er av slagnum Wartsilla W9L32, og er 4500 kW. 

Smyril næstur í røðini 

Strandfaraskipið Smyril er næst í røðini av stórum skipum, sum MEST hevur á ordralistanum. 

Smyril skal eisini hava nýggjan høvuðsmotor ísettan. Hetta arbeiðið verður gjørt í Havn. 

Í fjør skifti MEST eisini allar motorarnar á einum øðrum strandfaraskipi, Teistanum. 

Mesta arbeiðið á MEST seinastu árini hevur í høvuðsheitum snúð seg um umvælingar av skipum og øðrum, sigur Mourits Mohr. 

Seinasti nýbygningurin varð latin í 2008 á Skála. Tað var frálandaskipið Toromega hjá Thor í Hósvík. 

Ongin nýggjur sáttmáli er í eygsjón sum er, sigur stjórin í MEST. 

2013 betri enn 2012 

Spurdur, hvussu árið í fjør royndist hjá fyritøkuni, sigur Mourits Mouritsen, at árið sum heild var betur enn árið fyri. 

- Vit høvdu nógv at gera í fjør, og vit vænta, at ársúrslitið verður heldur betri enn í 2012, tá tølini hjá okkum tó eisini høvdu tann rætta litin, sigur hann, uttan tó at vilja greina tey nærri. 

- Nei, tað havi eg ongan hug til, sigur Mourits Mohr, ið ikki dylir fyri í hinum endanum av telefonini, at hann hevur skund. 

200 mans til arbeiðis 

MEST hevði upp til 200 mans til arbeiðis í fjør. Í løtuni liggur talið um 180. 

Umframt skipasmiðjurnar í Havn og Skála, rekur MEST eisini ein verkstað í Runavík. 

Fyritøkan er eisini við í frálandavinnuni gjøgnum dóttirfelagið PAM Offshore Service. Hetta felagið, ið burturav virkar í norsku frálandavinnuni, hevur einar 200 mans á lønarlistanum.