* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Metal Maritime í samráðingum við DFDS

Fyribils rutustongsulin á fleiri ferjurutum, millum annað Keypmannahavn-Oslo, fær álvarsligar avleiðingar fyri starvsfólkini á hesum farleiðum. Metal Maritime er í løtuni í tøttum samráðingum við DFDS um at avmarka avleiðingar mest møguligt.

 

“Hetta er ein kreppustøða, sum eingin kundi gita um fyri bara fáum døgum síðani, og vit eru í tøttum dialogi við reiðaríið fyri at finna góðar loysnir,” sigur Ole Philipsen, formaður í Metal Maritime.

 

“Øll starvsfólk og fólk, sum eru ávirkað, fáa beinleiðis kunning umborð mánadagin, tá eg vænti at fleiri kunningarfundir verða hildnir umborð á skipunum. Í løtuni ber ikki til at koma við fleiri smálutum, tí fleiri loysnir verða umhugsaðar, sigur Ole Philipsen.

 

DFDS harmast støðuna, eisini tann ótryggleika, starvsfólkini kenna av hesum, tí tað ikki enn er greitt, hvørjar avleiðingarnar verða.

 

Kelda: Maritime Danmark