* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Methøgar aldur í Karrat-fjørðinum í Grønlandi

Skaðarnir vóru stórir, men tað var eisini ein methøg alda, ið rakti Karrat-fjørðin í Grønlandi í síðsta mánaða.

Aldurnar frá flóðalduni komu heilt upp í 90 metra hædd. Tað vísa tøl hjá einum amerikonskum granskingarliði á Georgia Tech í Atlanta, sum hevur kannað umráðið, har skriðulopið hendi. Tað skrivar DR.DK.

Hermann Fritz, sum er ein av granskarunum, sigur í tíðindaskrivi, at aldurnar tó bert vóru sera høgar eitt lítið bil, áðrenn tær spjaddu seg í fjørðinum.

- Á slíkum dýpum flyta aldurnar frá eini flóðaldu seg á stødd við ein fótbóltsvøll um sekundið, so flóðaldan koma sera skjótt - helst eftir 5 minuttum til bygdina, ið liggur 30 kilometrar burtur. Fólk høvdu sostatt lítla tíð at umráða seg í, sigur hann.

Aldurnar eru sambært granskingarliðnum millum tær størstu, ið eru skrásettar. Millum annað størri enn tær, ið komu eftir jarðskjálvtan í Japan í 2011, har aldurnar vóru 40 metrar høgar.

Kelda: knr.gl