* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Handilskríggið millum USA og Kina førdi við sær, at farmaflutningurin um Kyrrahavið í desember í 2018 var metstórur.

Metstórar farmamongdir til USA í desember 2018

Í desember vóru farmamongdinar hjá bingjuskipunum um Kyrrahavið metstórar, áðrenn tollkríggið millum USA og Kina gjørdi tær kostnaðarmiklari.

 

Farmamongdirnar vuksu við 29,9 prosentum sambært upplýsingum frá Piers og Alphaliner. USA innflutti meira enn 1,5 milliónir 20-fótsbingjur (TEU) úr Fjareystru, og kinesiski innflutningurin vaks til 1,09 milliónir TEU. Tað skrivar Shippingwatch.

               

Árligi vøksturin í 2018 var sostatt 8,3 prosent á bingjufarleiðunum um Kyrrahavið. Hetta er størsti vøksturin á hesum økinum síðani framgongdina í 2010, skrivar Alphaliner í vikuliga tíðindabrævi sínum, sambært Shippingwatch.

 

Seinni avtalaðu Kina og USA at útseta fleiri av átøkunum til 1. mars í 2019, og tingingar eru framvegis millum partarnar.

 

Kelda: Shippingwatch