* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

MHI Vestas og Esvagt navngeva nýtt framkomið tænastuskip

MHI Vestas og Esvagt hava alment navngivið eitt hátøkniligt tænastuskip til tvær belgiskar havmyllulundir. Skipið, ið kallast Esvagt Mercator, skal veita tænastur til 50 myllur í Nobelwind, nýggjastu havvindmyllulundina í Belgia, og 55 havmyllur í Belwind 1.

”Við Esvagt Mercator økja vit okkara virksemi á belgiska havvindmyllumarknaðinum og okkara serfrøði innan rakstur og viðlíkahald. Samstarvið við Esvagt um fremjanina av hesum sera framkomna tænastuskipinum hevur verið framúrskarandi. Vit gleða okkum til at gagnnýta alt tað, sum skipið hevur at bjóða í at halda myllunum í Nobelwind og Belwind 1 í gongd”, segði MHI Vestas Chief Operating Officer, Flemming Ougaard, undir navngevingarhátíðarhaldinum.

Leiguavtalan millum MHI Vestas og Esvagt um Esvagt Mercator er galdandi í 10 ár. Eitt skip sum Esvagt Mercator økir munandi um tænastueffektivitetin og atkomuna til myllurnar, sum annars er ein stórur trupulleiki hjá vaksandi havmylluídnaðinum.

Skipið er 58 metrar langt og skal virka út frá havnini í Oostende. Tað verður heim hjá 36 persónum í tvær vikur í senn. MHI Vestas hevur eina rakstrar- og viðlíkahaldsstøð í Oostende við 65 persónum í føstum starvi.

Kelda: Esvagt og maritimedanmark.dk