* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Michelin fer at framleiða uppblásilig segl til skip í handilsflotanum.

Michelin, sum vit fyrst og fremst kenna frá Michelin-dekkunum, vendir nú eygunum móti grønum loysnum í farmavinnuni. Fyritøkan ætlar at gera segl til skip, og tað serliga við seglunum verður, at tey skulu blásast upp.

 

Franski dekkframleiðarin vil gera sítt til at minka um heimsins rakstrarhúsgass, og Michelin vil við nýggju ætlanini, Wisamo – ella Wing Sail Mobility – menna eina skipan við seglum, sum skulu blásast upp. Seglini skulu setast í stór skip í shippingvinnuni.

 

Uppblásiligu seglini fara at hóska serliga væl til roro-skip, turrlastskip og gasstangaskip, skrivar Michelin.

 

Seglini kunnu bæði setast í nýggj og eldri skip.

 

Feløg sum Norsepower, Yara og BAR Technologies eru longu farin undir at gera royndir við seglum umborð á handilsskipum. Til dømis hevur eitt stór turrlastskip hjá Vale fingi rennilssegl (rotorsegl), og eitt skip hjá Cargill skal eisini hava segl ísett.

 

Kelda: Shippingwatch