* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Miðnám í Vestmanna hava nýggjan stjóra

Jákup Andreasen, sum seinastu 30 árini hevur verið skúlastjóri á Miðnámi í Vestmanna, hevur valt at fara úr starvi um ársskiftið. Uttanríkis- og mentamálaráðið gingið umbøn hansara á møti.

Jákup Andreasen varð tann 1. februar 1989 settur í starv sum skúlastjóri á Føroya Yrkisskúla fyri Fiskiídnað og Havbúnað, ið seinni broytti navn til Fiskivinnuskúlin í Vestmanna. Í dag eitur skúlin sum kunnugt Miðnám í Vestmanna, og eins og heitið er broytt, eru útbúgvingartilboðini á skúlanum broytt munandi hetta tíðarskeið. Í dag hevur skúlin eina gymnasiala tilfeingisbreyt og skipar harumframt fyri ferðaleiðaraskeiðum. Jákup Andreasen, skúlastjóri, hevur staðið á odda fyri skúlanum øll árini.

Uttanríkis- og mentamálaráðið takkar Jákupi Andreasen, stjóra, fyri drúgva og trúgva tænastu umframt fyri vælútint arbeiði øll hesi árini. 

Uttanríkis- og mentamálaráðið fer at søkja eftir nýggjum stjóra til Miðnám í Vestmanna sum skjótast. 

Kelda: Uttanríkis- og Mentamálaráðið