* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mikudagin sleppur Ever Given endiliga úr Suezveitini.

Seinastu smálutirnir í avtaluni at lata Ever Given sleppa aftur í sigling eru komnir upp á pláss. Tað merkir, at stóra bingjuskipið, sum hevur verið hildið aftur í Suezveitini síðan 29. mars, fær loyvi at sigla haðani mikudagin. Tað vátta Suezmyndugleikarnir, SCA, sambærð tíðindastovuni AFP.

 

Eftir at vera hildið aftur í meira enn tríggjar mánaðir, kann manningin endiliga síggja fram til at seta kós úr Great Bitter Lake og leggja leiðina móti Rotterdam.

 

Fyri tveimum vikum síðani gjørdust partarnir samdir um eina grundavtalu um endurgjald fyri, at bingjuskipið í seks dagar forðaði fyri allari sigling í Suezveitini. Nú eru partarnir samdir um eitt lítið hátíðarhald mikudagin, sum skal prógva semjuna millum partarnar, og síðan sleppur Ever Given avstað.

 

Í byrjanini kravdi SCA meira enn 910 milliónir dollarar í endurgjaldi, men tað vísti eigarin upp á tað harðasta aftur. Tað sama gjørdi tryggingarfelagið hjá eigaranum.

 

Síðan er kravið minkað niður í 550 milliónir dollarar, har 200 milliónir dollarar skuldu gjaldast beinanvegin, meðan restin kundi gjaldast seinni.

 

Seinasta boðið frá eigaranum var upp á 150 milliónir dollarar, men skal síðan vera hækkað eitt sindur. Men einki greitt er likið út um, hvør endaliga upphæddin er, sum partarnir altso eru vorðnir samdir um.

 

Kelda: AFP / Maritimedanmark