* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj portur til slúsurnar í Panamakanalini

Í gjár komu fýra stór portur til slúsurnar í Panamakanalini frá Trieste í Italia við semi-sub skipinum STX Sun Rise.

Hetta er eitt stig á leiðini, sum er at víðka tað 77 kilometra longu kanalina, ið lat upp í 1914, og sum skal verða liðugt í 2015.

Tá ið arbeiðið er liðugt, vónar leiðslan fyri kanalina, at kunna servisera størri skip og serliga tey asiatisku bingjuskipini á veg til amerikansku eysturstrondina.

- Hetta er ein spennandi løta fyri okkum, og tey nýggju portrini eru eitt stórt stig á leiðini, sigur Jorge K. Quijano, umsitari av Pnaman kanalini við Dredging Today.

Sí eisini video...

Ásbjørn Jacobsen/antares.fo

Veitst tú okkurt áhugavert til antares.fo, boða okkum frá her.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=5M0XeoE4XuA]