* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Miljardatap til eigarar av bingjuskipum

Niðurskrivingar og tap við sølu hava havt við sær, at sjey eigarar av bingjuskipum hava mist 2,7 mia. dollarar síðani 2010, vísir ein nýggj frágreiðing frá Alphaliner. Harðast hevur hetta rakt nú avtikna Rickmers Maritime Trust, sum hevði eina niðurskriving upp á 790 mio. dollarar.

Niðurskrivingin hjá Rickmer fall á fyrrverandi flotan upp á 16 bingjuskip hjá felagnum, skrivar Alphaliner í frágreiðingini, ið hevur hugt at gongdini í keypskála-skrásettum feløgum, ið eiga bingjuskip, sum verða leigað út til reiðaríini.

Og tað er ikki stuttligur lesnaður. Tap upp á 2,7 mia. dollarar - og partabrævakursir, sum bara eru havnaðir.

Hevði ein íleggjari keypt fyri 100 dollarar í partabrøvum, javnt býtt í feløgunum Rickmers, Danaos, BoxShips, Seaspan, Diana Containerships, Global Ship Lease og Costamare í januar 2014, høvdu tey í dag bert verið 22 dollarar verd, hevur Alphaliner roknað út. Og so hava tey enntá tikið hædd fyri útgjøldum av vinningsbýtum.

Gongdin fær Alphaliner at koma við eini djarvari skemtisøgu, sum uttan iva fer at standa sína humor-roynd millum íleggjararnar, sum hava mist nógvar pengar upp á bingjuskip seinastu árini:

“Lættasti mátin at skapa sær eina lítla ogn, er at byrja við eini stórari ogn”…

Kelda: TradeWinds