* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum hjá Viking Supply Ships, Brage Viking.

Milliarda vinningsbýti hjá Viking Supply

Viking Supply skjýtur upp at rinda eina góða milliard svenskar krónur, tað eru umleið 720 milliónir danskar krónur, til partaeigararnar.

 

Orsøkin er, at Viking Supply Ships í fjør seldi Tor Viking, Balder Viking og Vidar Viking. Tað hevur fingið nevndina at skotið upp at geva eitt vinningsbýti upp á 116 svenskar krónur fyri hvørt partabræv.

 

- Sambært endurnýggjaðu avtaluni við lánveitararnar skal Viking Supply Ships nýta part av avlopinum frá søluni til “Her Majesty the Queen in Right of Canada” at endurrinda øll lán. Á tann hátt verður felagið uttan skuld, skrivar nevndin í einari fráboðan til keypsskálan.

 

Samlaða útgjaldið til partaeigararnar fer at koma upp í 1,08 milliardir svenskar kórnur. Endaliga avgerðin verður tikin á aðalfundinum 6. Mars í 2019.

 

Kelda: Viking Supply Ships AB