* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Milliardafundur á havbotninum við Svalbard

Granskarar á NTNU (Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet) hava funnið stórar mongdir av mineralum á havbotninum uttanfyri Svalbard, sambært norska TV2. Talan er um millum annað kopar, sink, gull og silvur.

 

- Gjøgnum sprungur í jarðarskorpuni eru mineralini komin við vatni upp úr jørðini, sigur Egil Tjåland, instituttleiðari á Instituttinum fyri Geovísindi og Petroleum við NTNU.

 

Ein fyribils útrokning vísir, at talan er um virði fyri 1.000 milliardir norskar krónur, sigur Tjåland. Hann leggur dent á, at metingin er óviss, men at túsund milliardir er kanska í minna lagi.

 

Nýggj olja?

Norska TV2 skrivar, at mineralfundurin kann gerast eitt týdningarmikið íkast til grøna skiftið og kann geva norðmonnum eitt nýtt ídnaðarævintýr í norði, hóast skil má fáast á nógvum, áðrenn ídnaðurin kann byrja.

 

Norska stjórnin legði í 2018 fram lógaruppskot um, hvussu tú skalt reka mineralídnað á norska landgrunninum.

 

Kelda: Skipsrevyen