* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
MS. Rav er eitt av nýggjastu fiskiskipunum í norska fiskiskipaflotanum.

Milliardaíløgur í norska fiskiflotan

Íløgur fyri nærum 12 milliardir norskar krónur vórðu gjørdar í norska fiskiflotan frá 2008 til 2019, og uppaftur fleiri íløgur verða gjørdar frá í ár. Tað sæst í nýggjari frágreiðing.

 

Talan er um kortlegging av íløgum, sum eru gjørdar í fiskiflotan, alivinnuna og fiskiídnaðin.

 

Grundin til stóru meiríløgurnar er størri lønsemi, menning móti størri eindum, størri og framkomnari skip og umhvørvispolitikkurin í Noregi. Haraftrat verður víst til veiku norsku krónina og lágu rentuna.

 

Framyvir verður kikarin settur meira á nógv størri fiskiskip og minni útlát frá fiskiskipum. Sambært frágreiðingini fara íløgurnar frá 2019 at verða gjørdar beinleiðis í stór fiskiskip og sum heild í nýskipan av fiskiskipaflotanum.

 

Kelda: Skipsrevyen