* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Milliardakaðal leggjast millum Noreg og Bretland

Fyrstu longdirnar av einum norsk-bretskum streymkaðali verða nú strektir millum Blyth nærindis Newcastle í Bretlandi og Kvilldal í Rogalandi í Noregi.

Hetta verður ein av heimsins longstu undirsjóvar streymkaðalum – einar 720 kilometrar langur.

- Vit byrjaðu arbeiðið tíðliga mánamorgunin í farnu viku, og alt gekk sum ætlað, sigur ætlanarstjórin í Statnett, Thor Anders Nummedal, við norska E24.

Italska kaðalskipið, Gulio Verne, skal nú leggja 60 kilometrar út í Norðsjógvin, áðrenn tað kemur aftur at leggja tveir kaðalar, sum samanlagt verður streymsambandið við Noreg.

- Hvør last er 7.000 tons, og tað eru 130 kilometrar av kaðali, sigur Thor Anders Nummedal.

Kaðalarnir til Bretlands og Týsklands hava eina samlaða megi uppá 2.800 megawatt, tað er tað sama sum eitt stórt kol- ella kjarnorkuverk. Frammanundan hevur Noreg kaðalar uppá íalt 2.300 megawatt til Danmarkar og Hollands.

Kaðalarnir til Týsklands og Bretlands verða mettir at kosta millum 1,5 og 2 milliardir evrur.

Kelda: E24