* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Deildin hjá Danske Bank í Estlandi verður nú kannað fyri hvítvasking av peningi.

Milliardir fóru gjøgnum Danske Bank í Estlandi

Bara í 2013 sendu russar 200 milliardir krónur gjøgnum Danske Bank í Estlandi, sambær Financial Times.Tað er veldugar upphæddir fyri eina so lítla deild.

 

Fyri kortum fór danski Statsadvokaturin Fyri Serligan Fíggjarligan og Altjóða Kriminalitet, SØIK, undir at kanna Danske Bank eftir skuldsetingar um at hava hvítvaska pening í deildini í Estlandi. Estisku ákærumyndugleikarnir kanna eisini málið.

 

Nú koma fleiri upplýsingar um veldugu upphæddirnar, sum eru farnar gjøgnum deildina í Estlandi. Og bara í 2013 fóru umleið 200 milliardir krónur av russiskum kontum gjøgnum Danske Bank.

 

Tað vísir ein fyribils kanning, sum konsulentvirkið Promontory Financial hevur gjørt, og sum Financial Times hevur fingið atgongd til.

 

“Hetta eru veldugar upphæddir fyri eina so lítla deild. Tú kanst illa hava ein slíkan peningastreym uttan at seta spurnartekin við hann,” sigur ein kelda við Financial Times.

 

Sambært FT var 2013 árið, har aktiviteturin var uppá tað mesta við umleið 80.000 flytingum í einari gølu, sum vardi frá 2007 til 2015.

 

Kelda: e24