* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reiðaríið hjá Ocean Princess hevur fingið tríggjar milliónir dollarar í bót fyri at hava siglt við brennievni við hægri svávulinnihaldi, enn lógin loyvir.

Milliónabót fyri brot á svávulreglur

Tað fer at kosta eigaranum og teimum, sum reka oljutangaskipið, Ocean Princess, tríggjar milliónir dollarar – ella 20 milliónir krónur – at hava siglt við olju, sum var 0,1 prosent omanfyri markvirðið í Karibia. Haraftrat fingu skiparin, 1. stýrimaður og maskinmeistarin forborð at sigla í amerikonskum sjóøki næstu trý árini.

 

Inspektørar hjá US Coastguard tóku seg umborð á Ocean Princess 10. juli í fjør. Har vórðu teir varugir við, at skipið nýtti brennievni við meira enn loyvda svávulinnihaldinum uppá 0,1 prosent. Betri var tað ikki, tá inspektørarnir funnu 19 kvittanir uppá bunkring, sum vístu seg at vera falskar.

 

Tær duldu veruligar bunkringar við hægri svávulinnihaldi enn loyvt í einum 2-ára tíðarskeiði frá mars í 2016 til februar í 2018, tá skipið sigldi í ECA-sonuni í Karibia.

 

Umframt at missa rættin at sigla í amerikonskum sjóøki í trý ár, fekk skiparin eisini 3.000 dollarar í bót.

 

Tað er grikska Ionian Shipping & Trading, sum eigur Ocean Princess.

 

Keld: Maritime Danmark og World Maritime News