* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Minnenes Melodi í Miðvági

 Minnenes Melod i ein tíðarmynd frá fimtiárunum, verður framførd í Bygdaskúlanum í Miðvági leygardagin 06. apríl kl. 20:00. 

Kvøldið verður skipað sum eitt Kafékvøld við tónleiki, sangi og upplestri v.m. Pallurin er ein stova frá fimtiárunum og leikarar sýna fram klæðir frá somu tíð. Eisini ber til at síggja myndir, lutir og leikur frá árunum 1950 til 1960. 

Tað verður borðreitt við drekkamunni og sandkøkum, skuffukøkum o.ø. bakstri, sum var vanligt tá. Bæði veðurtíðindi frá norðmanninum og Útvarp Føroya verða at hoyra. Og so fara vit sjálvandi at syngja við, tá teir góðu gomlu føroysku, norsku, svensku, týsku og ensku slagararnir verða at hoyra. Tað verður stutt sagt rein nostalgi á skránni hetta kvøld. 

Hevur tú hug til at uppliva hetta einastandandi kvøld, ber til at ogna tær atgongumerkir á 100,00 við at venda tær til Vága Kunningarstovu. Avmarkað atgongd.

Ágóðin frá tiltakinum fer allur til “Í menniskjum góður tokki”. 

Um grundarlag er fyri 2 sýningum, fer ágóðin frá seinna kvøldinum til kirkjukjallaran í Miðvági.

kelda: Vága kunningarstova