* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
í dag 1. november er minningardagur teirra sjólátnu.

Minningardagur teirra sjólátnu í dag

Í dag er 1. november, og hetta er samstundis minningardagur teirra sjólátnu.

 

Allahalganadagur er í dag, og tað merkir, at vit hava minningardag teirra sjólátnu. Hendan dagin verða minningarhald hildin ymsastaðni í føroyum, serliga við minnisvarðar yvir sjólátin. Minnisgudstænastur eru eisini í ymsum kirkjum í dag.

             

Í Vágstúni í Klaksvík verður minningarhald kl. 15.00. Tummas Lervig, formaður í havna- og vinnunevndini, bjóðar vælkomið, og Vitin fer at syngja ”Bjart várs Faðirs náði skínur”. Atli Rasmussen heldur røðu.

 

Minningarhald verður á Syðradali kl. 13.30, og Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri, leggur krans vegna Klaksvíkar kommunu.

 

Í Søldarfirði verður minningarhald við minnisvarðan kl. 14.00, har Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, flytir fram røðu.

 

Minningarhald verða eisini hildina aðrastaðni í Føroyum í dag, millum annað í Vágum, Sundalagnum, í Havn, Suðuroy o.s.fr.

 

Sambært heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni doyði ein føroyingur á sjónum hetta seinasta árið. Tað var 62 ára gamli Jákup Marnar Klein, sum doyði umborð á Topas Amani í Nigeria hin 27. februar 2018,

 

Eftir 2. heimsbardaga varð umrøtt at áseta ein almennan flaggdag til minnis um tey, sum vóru farin á sjónum, og 15. mars í 1949 varð samtykt at halda allahalganadag, 1. november, sum minningardag teirra sjólátnu.

 

Í dag verður flaggað í hálvari stong.