* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Minningarhald teirra sjólátnu á Vinnuháskúlanum

Føroyska Sjómansmissiónin skipar fyri. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Theodor E. D. Olsen, prestur, eru við.

 

Í dag 1. november er allahalgannadagur og minningardagur teirra sjólátnu.

 

Sum siðvenja er, skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri almenna minningarhaldinum í Havn. Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, klokkan 14.00.


Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, talar, og Theodor E. D. Olsen, prestur, hevur andakt.

 

Síðani verður farið niðan í viðarlundina, har løgmaður vegna Føroya fólk leggur krans við minnisvarðan.

 

Prestur heldur bøn og lýsir signingina.