* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mynd tikin eftir at eldur kom í Trent í 1993 einar 10 fjórðingur úr Ostende í Belgia.

Mintust níggju sjólátin sjófólk

Ein maritimur hjálparfelagsskapur mintist í gjár níggju sjómenn, sum lótu lív fyri 25 árum síðani. Umboð fyri felagsskapin løgdu ein krans undir  skipsklokkuna við All Hallows by the Tower í London. Talan var um sonevndu “Trent-vanlukkuna”.

 

Tað var hin 3. juni í 1993, at skipið Trent í nógvum mjørka rendi saman við eitt annað skip 10 fjórðingar úr Ostende í Belgia.

 

Í samanbrestinum fór blýfrítt bensin, sum Trent hevði umborð, at leka á sjógv, og tað endaði í einum stórum eldhavi. Manningin royndi at fáa bjargingarbátar nar á sjógv, og í hesum arbeiðinum lupu fleiri fólk beint í eldhavið á sjónum, teirra millum konurnar hjá tveimum av manningini.

 

Áðrenn kransurin varð lagdur undir skipsklokkuna í London, vórðu tey níggju nøvnini á teimum sjólátnu lisin upp.

 

Jon Holloway, limur í Sailors’ Society, misti sjálvur ein góðan vinmann í vanlukkuni. Holloway segði millum annað:

 

“Lívið í shippingídnaðinum kann stundum vera hart, og tað bindur fólk saman. Soleiðis vera nógv vinarbond knýtt fyri lívið millum ár og dag. Í hesum døgum minnast vit tey sjólátnu við Trent, og sjálvur minnist eg ikki minst vinmann mín, Matthew Clements frá Bournemouth.”

 

“Tá tað gongur galið, soleiðis sum tað gjørdi hjá Trent, er hjálpin frá felagsskapum sum Sailors Society ein dýrgripur hjá vinum og avvarðandi,” segði hann millum annað.

 

Tvey teirra, ið komu frá vanlukkuni á lívi, vóru hjúnini Ian og Allison Rippon. Tey fingu góðan stuðul frá júst Sailors Society á sinni.

 

Eldkúla

Eitt av bretsku bløðunum fekk orðið á Ian Rippon beint eftir vanlukkuna í 1993. Hann segði millum annað:

 

- Tá eg skúgvaði gardinurnar frá kúgveyganum, sá eg bara eina stóra eldkúlu. Alarmurin fór í gongd, og vit vistu, at stundirnar vóru ikki góðar. Onkursvegna komu vit til bjargingarbátarnar í øllum royk- og eldhavinum, og tá noyddust vit bara at loypa.

 

- Eg hoyrdi eisini skvatlið frá sjónum, tá fólk lupu við síðuna av bjargingarbátunum, mintist Ian Rippon.

 

Árini millum 1976 og 2002 doyðu 835 sjófólk í vanlukkum við bretskum skipum.

 

Kelda: Hellenic Shipping News