* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum hjá Siem Offshore.

Mistu eina fjórðings milliard í fyrsta ársfjórðingi

Støðan hjá norska Siem Offshore er farin frá vánaligum til verri, og felagið misti út við 250 milliónir norskar krónur fyrsta ársfjórðing í 2020. Framtíðarútlitini eru heldur ikki av teimum bestu.

 

- Tørvurin á okkara tænastum fer heldur at minka komandi tíðina, skrivar felagið í ársfjórðingsroknskapinum, sum varð almannakunngjørdur mánadagin í hesi vikuni.

 

Stóra fallið í oljuprísinum og avleiðingarnar av koronavirusinum kring heimin hevur givið avbjóðingar fyri flotan hjá Siem Offshore. Við endan á 2019 sá leiðslan í felagnum annars fram til betri tíðir innan frálandsvirksemið.

 

- Tær vónirnar eru nú brostnar, og vit fyrireika okkum til ein niðurtúr, sum væntandi verður verri enn tað, vit hava upplivað seinastu árini, verður sagt í frágreiðingini.

 

Kelda: Skipsrevyen