* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Møkster væntar at koma uppaftur á vanligt stig skjótt

- Eg vænti, at marknaðurin kemur uppaftur á vanliga stigið skjótari hesaferð enn undir frálandskreppuni, sigur Anette Jorunn Møkster, skipsreiðari í Simon Møkster Shipping, við Skipsrevyen.

 

- Hetta var árið, tá øll væntaðu, at støðan hjá frálandsskipum fór at gerast betri. Men so kom fallið í oljuprísinum, covid-19, flogfør, sum stóðu bundin á flogvøllum kring heimin, oljukríggj og totalur steðgur. Kundar okkara boða frá, at teir útseta ætlanir í óásetta tíð. Tískil er tað ómetaliga torført hjá okkum at meta um framtíðina, undirstrikar skipsreiðarin.

 

- Hóast 2020 er oyðilagt, eru tekin um batar. Tað er ikki langt síðan oljuprísurin var umleið 20 dollarar fyri tunnuna, nú er prísurin tvífaldaður, altso 40 dollarar fyri tunnuna, sigur Møkster.

 

Hon sigur, at tey hava merkt meira ja-ligheit á marknaðinum seinasta mánaðin, men spurningurin er, hvussu skjótt marknaðurin aftur kemur upp á tað stigið, har tað var slept.

 

- Tað eru so nógv, sum eru sergrøðingar, so eg ætli mær at vera varin við at spáa, men eg vænti, at marknaðurin verður skjótari uppá pláss aftur hesaferð enn undir frálandskreppuni, sigur reiðarin hjá Møkster, Anette Jorunn Møkster.

 

Kelda: Skipsrevyen