* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mong norsk reiðarí brúka útlendskar skipsførarar

Ovasti sjóvinnumyndugleikin í Norra, Sjøfartsdirektoratet, veitir í vaksandi mun undantøk til reiðarí frá kravinum um, at skipsførarar á skipum í norsku altjóða skipaskránni (NIS) sum útgangsstøði skulu vera ríkisborgarar í Norra ella í einum øðrum EBS-landi (Evropeiska Búskaparliga Samstarvsøkinum). Tað skrivar sysla.no.

Sjøfartsdirektoratet (Sjóvinnustýrið, blm.) hevur møguleika at veita undantak frá EBS-kravinum, og seinastu árini hevur talið á umsóknum og undantøkum sett met.

Bara í fjør fekk stýrið 580 umsóknir um undantak. Bert 50 av hesum fingu noktan, í høvuðsheitum orsakað av formleikakrøvum, ið ikki vóru lúkað.

Sjøfartsdirektoratet kann ikki geva eina neyva frágreiðing um vøksturin í undantøkum, men kunningarstjórinum í stýrinum, Dag-Inge Aarhus, vísir á eina hækking í talinum av skipum, skrásett í NIS, sum eina av fleiri møguligum orsøkum.

Norges Sjøoffisersforbundet hevur áður kravt, at stjórnin leggur uppí:

"Tølini hjá stýrinum og fakfelagnum vísa greitt, at undantak er vorðin høvuðsreglan heldur enn hvat eitt undantak er, nevniliga eitt undantak. Samstundis sum Sjøfartsdirektoratet veitir undantøk frá kravinum, er arbeiðsloysið millum norskar yvirmenn tað størsta í mong ár," staðfesti fakfelagið í fjør.

Sjøfartsdirektoratet hevur áður upplýst, at ein broyting í praksis fer at gera NIS-skránna minni kappingarføra.

"NIS varð sett á stovn til tess at tryggja norskan sjóvinnuførleika. Tá stýrið nú sigur, at tað er kappingaravlagandi at krevja norðmenn, kunnu vit spyrja okkum sjálv, um tey eru farin burtur frá allari ætlanini við stovnsetingini av skránni og tryggja norskan førleika," sigur Hans Sande, stjóri í Norsk Sjøoffisersforbundet. 

Kelda: shippingwatch.dk