* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mongstad aftur á norskar hendur

Asset Buyout Partners (ABP), sum Stavanger-felagið HitecVision eigur, hevur keypt útgerðarstøðina Mongstad frá svenska EQT, skrivar felagið í tíðindaskrivi sambært norskum miðlum. Keypið er tó treytað av góðkenning frá kappingarmyndugleikunum.

Sambært Dagens Næringsliv er keypsprísurin fýra miljardir norskar krónur. Sjálvir eru partarnir samdir um ikki at almannakunngera kostnaðin.

– Keypið av Mongstad Group er eitt týðandi stig í langtíðarætlanini hjá ABP. Tað styrkir støðu og kappingarevnini hjá felagnum at eiga og vera til staðar á tveimum av teimum týdningarmestu útgerðarstøðunum hjá olju- og gassídnaðinum í Norra, sigur William Wittusen í Asset Buyout Partners, sum er dótturfelag hjá HitecVision í Stavanger, í tíðindaskrivi.

Mongstad Group eigur anlegg og ognir á Mongstad og Dusavik, tveimum av teimum størstu útgerðarstøðunum í Norra, sum veita 30 olju- og gassøkjum í Norðsjónum tænastur av ymsum slag.

Kelda: e24.no