* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Monjasa- Oil & Relationships veitir nú skipum bunkar í Djibouti.

Monjasa víðkar bunkartilboð í Aden-víkini

Ein nýggj bunkarstøð í Djibouti skal veita 200.000 tons av bunkarolju um árið. Eftir at Aden-Víkin er vorðin tryggari at ferðast í, gevur bunkarfelagið, Monjasa- Oil & Relationships, nú møguleika fyri at veita skipum bunkarolju í Djibouti.

 

Monjasa sær nýggju bunkarstøðina sum eitt upplagt alternativ til ymsu bunkarstøðirnar kring Suez og Jeddah, og tær hava nógv at gera.

 

- Samstundis sum tað er vorðið tryggari at ferðast í Aden-víkini, hava feløg, sum arbeiða í økinum, fingið nýggjar møguleikar. Saman við lokalum samstarvsfelaga eru vit sannførd um, at Djibouti er ein kappingarførur bunkarmøguleiki við høgari góðsku á eina týtndingarmiklari farleið, sigur forstjórin í Monjasa, Svend Mølholt í tíðindaskrivi sambært Søfart.

 

Bunkarstøðin í Djibouti er farin í gongd, og Monjasa roknar við at veita 200.000 tons í 2019. Til samanberingar kann nevnast, at Monjasa í alt veitir 3,5 milliónir tons av bunkarolju um árið.

 

Kelda: Søfart