
Huanghai Shipbuilding-skipasmiðjan.
Kinverska møplasamtakið, Loctek, er seinasta virkið í einari røð av virkjum, sum hava mist tolið við bingjureiðaríunum, og nú útvegar sítt egna bingjuskip at útflyta vørurnar hjá samtakinum.
Loctek hevur í mun til onnur valt at bíleggja eitt spildurnýtt 1.800 TEU stórt bingjuskip hjá Huanghai Shipbuilding.
Kostnaðurin verður 32,6 milliónir dollarar.
Nýggja skipið skal handast eigarunum í mars komandi ár, skrivar Tradewinds.
Møplasamtakið skrivar í einari fráboðan, at bingjuskipið skal tryggja, at samtakið betur fær stjórna flutningsútreiðslunum.
Kelda: Maritimedanmark