* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mótstøðan móti reikferðaskipum økist

Trýstið á havnirnar í Evropa at taka dálkingina frá vaksandi reikferðaskipa-ídnaðinum í álvara, veksur. Tað hevur nú fingið Felagsskapin av Evropiskum Havnum (ESPO) at senda út eina yvirlýsing um, at felagið tekur stúranina í álvara.

 

Vaksandi áhugin fyri at halda frí umborð á reikferðaskipum- og við reikferðaskipum tyngir bæði umhvørvið, veðurlagið, og tær havnir og býir, hesi mangan velduga stóru skip vitja. Í einum av mest tyngdu býunum, sum reikferðaskip vitja, eru avleiðingarnar rættiliga fýrakantaðar: Venedig bannar snøgt sagt reikferðaskipum at koma til bryggju frá mai mánað í næsta ár.

 

Í Noregi skerpast umhvørviskrøvini fyri hvørt ár, serliga fyri reikferðaskipini, sum vilja inn á djúpu norsku firðirnar. Frá 2020 verður bara loyvt reikferðaskipum við 0-útláti at koma inn á firðirnar.

 

Atgongdin til mentunararvin í Evropa og “must-sees” ger nógvar havnabýir til spennandi ferðamál. Men í ymsu havnunum er eisini greitt, at umhvørvið má dálkast minst møguligt, og mentunararvurin má varðveitast.

 

Kelda. Maritime Danmark