* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
MPC er nú komið upp á 68 bingjuskip.

MPC Container Ships komið upp á 68 bingjuskip

Týska reiðaríið, MPC Container Ships, hevði sett sær fyri at fáa 100 smærri bingjuskip. Nú er talið komið upp á 68, og reiðaríið hevur sostatt rokkið tveir triðingar av málinum.

 

MPC Container Ships, sum er á keypsskálanum í Oslo, hevur júst keypt trý smærri bingjuskip aftrat, og hetta keypið ger, at talið av smærri byngjuskipum hjá reiðarínum kemur upp á 68.

 

- Vit eru sera fegin um menningina hetta seinasta árið. Í tólv mánaðir er MPC vorðið heimsins størst ánari av feeder bingjutonnasju við orku uppá 3.000 teu (20 fót bingjur). Samstundis eru kostnaðirnir fyri at flyta farm hækkaðir nakað, og tað gevur størri inntøku, sigur Constantin Baack, stjóri í MPC Container Ships.

 

Hann leggur aftrat, at hóast útboð og eftirspurningur nú benda á eina útjavning, og at alt færri skip liggja svínabundin við bryggju, so ber framvegis væl til at fáa góð skip til keyps.

 

Skipini, sum MPC júst hevur keypt, eru øll upp á 2.500 teu, og keypskostnaðurin liggur um íalt 33,8 milliónir dollarar.

 

Kelda: Shippingwatch