* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

MSC ætlar at leingja 11 skip

Bingjureiðaríið MSC hevur gjørt avtalu við eina kinesiska skipasmiðju um at leingja 11 av sínum skipum, so kapasitetur teirra kemur upp á 17.000 teu. Kappingarneytin CMA CGM hevur eisini gjørt avtalu við somu skipasmiðju, skriva fleiri miðlar.

Heimsins næststørsta bingjureiðarí MSC ætlar at økja kapasitetin á upp til 11 bingjuskipum á eini skipasmiðju í Kina.

Skipini hava í løtuni ein kapasitet upp á 13.000 teu, men tey skulu nú leingjast, so tey kunnu taka fleiri bingjur og koma upp á 17.000 teu.

Tað skriva fleiri miðlar, teirra millum Lloyd's List, eftir fráboðan frá skipasmiðjuni Qingdao Beihai Shipbuilding Heavy Industry, sum skal standa fyri arbeiðnum at útbyggja skipini.

Sáttmálin fevnir í fyrsta umfari um níggju skip, men kann leingjast til tvey skip aftrat. Tilsamans skal longdin á skipunum økjast úr 365,5 til 394,4 metrar.

Tað er tó ikki bert MSC, sum ætlar at økja kapasitetin á fleiri av sínum eldru skipum. Kinesiska skipasmiðjan upplýsir eisini, at hon hevur undirskrivað sáttmála við franska CMA CGM um at umbyggja fimm bingjuskip, so kapasitetur teirra verður øktur til 13,800 teu.

Avtalan við CMA CGM kann økjast til fimm skip aftrat, sigur Qingdao Beihai Shipbuilding Heavy Industry.

Í heyst hava bæði MSC og CMA CGM gjørt sáttmálar um bygging av nýggjum risaskipum, sum hava ein kapasitet upp á meira enn 22.000 teu.

Kelda: shippingwatch.dk