* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
MSC Gulsun hevur sligið metið hjá Maersk.

MSC Gulsun sligið met hjá Maersk

Bara tveir mánaðar kundi bingjuskipið, Monaco Maersk, breggja sær av at eiga heimsmetið av talinum á teu (20-fótsbingjum). Metið hjá Monaco Maersk var 19.284 teu, men tað metið er altso sligið.

Tað er risastóra skipið, MSC Gulsun hjá 2M-samtøkuni, Mediterranean Shippin Company, ið hevur sligið metið. 23.756 teu stóra skipið, MSC Gulsun, sló metið, tá tað fór frá Port of Tanjung Pelepas í Malaisia á jomfrúferð síni við 19.574 teu.

Við einum kapasiteti uppá 20.568 teu kann Monaco Maersk framvegis reypa sær av at hava nýtt 93,8 prosent av kapasitetinum hjá skipinum, tá tað silgdi við fyrra metinum av teu.

Til samanberingar nýtti Gulsun 82,4 prosent av sínum kapasiteti, tá tað setti heimsmetið.

Kelda: Maritime Danmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=RlrnS8hYSQI&t=43s]
Sjónband av heimsins størsta skipi.