* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av heimsins størstu bingjuskipum, MSC Gulsun.

Heimsins størsta bingjureiðarí, mált í tonsatali, hevur í eina fjórðingsøld verið danska Mærsk, men nú er líkt til, at tað skjótt verður MSC.

 

Tað skrivar Splash út frá einari greining hjá Sea-Intelligence.

 

Eftir øllum at døma hevur MSC verið úti og keypt brúkt bingjuskip í stórum stíli, og nú ljóðar á keypsskálum, at sveisiska reiðaríið er tætt við bíleggja eina røð av risastórum skipum í 23.000 teu-flokkinum.

 

Ímeðan Mærsk seinastu árini hevur flutt fokus frá flotaøking til effektivisering, nærkast kappingarneytin, sum annars er samstarvsfelagi hjá Mærsk í 2M-samtakinum, danska reiðarínum.

 

Í løtuni er Mærsk seks prosent størri enn MSC, men við ætlanini hjá MSC um nýbygninar verður munurin skerpaður niður í fýra prosent.

 

- Tað merkir, at um MSC ger álvara av at bíleggja eina røð av risastórum skipum til Asia-Evropa-leiðina, og Mærsk heldur fram við sínari virknisætlan við ikki at vaksa um tonsatalið, so fer MSC at yvirhála Mærsk, skrivar Sea-Intelligence sambært Splash.

 

Kelda: Søfart