* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av heimsins størstu bingjuskipum, MSC Gúlsún.

Milliardirnar havar rullað bæði til nýbygningar og brúkt skip teir umleið níggju mánaðirnar, sum danin, Søren Toft, hevur sitið sum ovasti stjórin í MSC. Hann hevur sett kós móti at gerast heimsins størsta bingjureiðarí framman fyri A.P. Møller-Maersk. Fyri kortum eru fimm skip komin í flotan aftrat.

 

Í minni enn eitt ár hevur MSC økt flotan við 60 brúktum bingjuskipum. Haraftrat kemur ein metstór ordrabók upp á ikki minni enn 800.000 teu, nakað tað sama, sum áttanda størsta reiðaríið í heiminum, HMM, hevur íalt.

 

Tað skrivar Maritimedanmark.dk.

 

Vøksturin steðgar ikki her. Bara hendan seinasta mánaðin hevur reiðaríið keypt fimm brúkt bingjuskip, sum hvørt hevur ein kapasitet upp á millum 2.500 og 4.500 teu.

 

- Talan er um størsta vøksturin, sum eitt einstakt reiðarí nakrantíð hevur havt, ja, í søguni. Einki reiðarí hevur áður keypt so nógv brúkt bingjuskip inn eftir so stuttari tíð, skrivar Alphaliner í einari nýggjari frágreiðing.

 

Bara 140.000 teu eru nú á muni millum tey bæði størstu bingjureiðaríini í heiminum, Maersk og MSC. Í ordrabókini hjá Maersk eru bara 46.000 teu, og tað merkir, at Søren Toft skjótt verður stjóri á heimsins størsta reiðaríi, sum altso ikki er Mearsk, men MSC.

 

Kelda: Maritimedanmark