* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins reiðarí hava ymiskar meiningar um, hvussu skipaferðslan gerst grønari.

MSC vísir aftur at nýta LNG sum alternativt brennievni

Ímeðan franska CMA CGM leggur seg eftir at nýta LNG í fleiri av risastóru skipum sínum, sum longur eru bíløgd, vísir heimsins næststørsta bingjureiðarí, MSC, frá sær at nýta flótandi gass sum eitt alternativt brennievni. Høvuðsgrundin eru vantandi møguleikar at bunkra.

 

Tá fyrrverandi rakstrarstjórin hjá Maersk situr við borðendan sum forstjóri í MSC, hevur felagið longu víst aftur at nýta LNG sum brennievni í framtíðini í royndini at minka CO2-útlátið.

 

Á Hansa Forum í Hamburg í farnu viku avvísti Bud Darr, stjóri fyir Maritime Policy & Government Affairs í MSC, at nýta LNG. Tað gjørdi hann við teirri grundgeving, at møguleikarnir at bunkra LNG eru ov vánaligir í havnum kring um í heiminum.

 

Í staðin fer MSC at seta í – og uppstiga skrubbarar í skipunum hjá reiðarínum. MSC hevur júst gjørt eina ætlan, har skrubbarar skulu setast í 250 av skipunum í verandi flota. Tað fer at minka CO2-útlátið við umleið 2 milliónum tonsum árliga.

 

“Flotin hjá MSC er ógvuliga nógv betraður seinnu árini – batar eru gjørdir á øllum økjum. Vit hava gjørt íløgur í “low-carbon-tøkni” sum til dømis nýggjar orkuvirknar skrúvur og bógvar fyri at minka brennievnisnýtsluna, og sostatt betra okkara orkueffektivitet,” segði Bud Darrt.

 

Kelda: Maritimedanmark / World Maritime News