* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

MT Højgaard ábyrgdina av kostnaðarmiklum byggifuski í Bretlandi

Byggifelagið MT Højgaard sniðgjørdi, framleiddi og setti í 2007-08 fundament upp til sjóvindmyllulundina Robin Rigg út fyri skotsku vesturstrondini. Eftir at vindmyllulundin var tikin í nýtslu, vórðu veikleikar staðfestir í betongkonstruktiónunum. Felagið hevur nú tapt endurgjaldsmálið í High Court í London.

Byggiharrin, E.ON Climate & Renewables, kravdi endurgjald frá MT Højgaard, sum vísti kravinum frá sær við ávísing til, at fyritøkan hevði fylgt galdandi standardum sum kravt av byggiharranum. Orsøkin til brekini í betongfundamentunum er sambært MT Højgaard tann tágaldandi altjóða standardin, ið varð lýst og góðkend av DNV.

Sambært úrskurðinum hjá High Court í London í gjár kann MT Højgaard ábyrgjast sum avleiðing av eini ótilætlaðari orðing í sáttmálanum, hóast MT Højgaard hevur fylgt galdandi altjóða standardum. 

Úrskurðurin verður nú kærdur til The Court of Appeal (Kærurættin). Ikki er greitt, nær støða verður tikin til málið har. Tapir MT Højgaard sakarmálið, fer tað at kosta felagnum upp ímóti 195 miljónir krónur.

Kelda: MT Højgaard