* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mumbai Mærsk er eitt av størstu bingjuskipunum í heiminum.

Mumbai Mærsk sleipað leyst í nátt

Fríggjanáttina eydnaðist tveimum bjargingarskipum og seks sleipibátum at toga 399 metrar langa bingjuskipið, Mumbai Mærsk, leyst uttanfyri innsiglingina til Bremerhaven. Í fyrsta umfari gjørdu bjargingarskipini av at sleipa skipið longur út á hav.

 

Eftir at tað miseydnaðist hósdagin, eydnaðist tað á høgari flóð fríggjanáttina stóra frálands sleipibátinum, Union Sovereign, saman við týska vaktarskipinum, Neuwerk, at hála Mumbai Mærsk leyst av einum sandflúri, sum skipið rendi seg fast í mikukvøldið.

 

Í fyrsta umfari varð Mumbai Mærsk sleipað longur til havs, men fyrrapartin í dag skuldi tað við lítlari ferð sigla inn aftur móti Bremerhaven.

 

Mumbai Mærsk var á veg frá Rotterdam til Bremerhaven, tá tað av ókendum ávum strandaði. Skipið er 20.568 TEU, og tað er sostatt eitt av heimsins størstu bingjuskipum.

 

Kelda: Maritimedanmark