* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Risastóra bingjuskipið hjá Mærsk, Mumbai.

Mumbai siglir aftur, men Mærsk ger innanhýsis kanning

Bingjureiðaríið A.P. Møller-Mærsk hevur sett eina innanhýsis kanning í verk, sum skal gera greitt, hví velduga bingjuskipið strandaði á einum sandflúri við Bremerhaven.

 

Tað undrar stórliga, hvat tað var, sum hendi við manevrini, minuttirnar áðrenn skipið strandaði. Skipið snaraði brádliga heilt óvanliga nógv og sigldi mest sum í eina ringrás, til skipið sigldi seg fast á sandflúrin.

 

Sambært kanningum hjá miðlum á staðnum strandaði skipið í sambandi við, at tað skuldu hava ein loðs umborð. Spekulerað verður í, um skipið sigldi so brádliga í ringrás í sambandi við at onkur fór fyri borð, ella um skipið roynda at sigla undan einum øðrum minni ókendum fari.

 

Danski miðilin Søfart hevur verið í sambandi við donsku skaðanevndina, og har verður upplýst, at týska skaðanevndin kannar hendingina saman við donsku skaðanevndini.

 

Føroyski kanningarleiðarin, Øssur Jarleivson Hilduberg, upplýsir fyri Søfart:

 

- Vit eru framvegis í ferð við at savna inn upplýsingar um hendingina og hava tískil onga álítandi frágreiðing enn uppá, hví skipið strandaði ella hví manevran varð gjørd, sum hon varð gjørd. Svarini upp á okkara spurningar byggja á greiningar av samrøðum, VRD-upptøkum og øðrum tekniskum upplýsingum, sum taka tíð at savna inn og viðgera, sigur Øsur Jarleivson Hilduberg.

 

Kelda: Søfart