* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
MV Bonita, sum norska reiðaríið, JJ Ugland, eigur.

MV Bonita: Hjálpa restini av manningini

 JJ Ugland, sum eigur MV Bonita, haðani níggju av manningini vóru tikin gíslar leygarmorgunin, royna nú at hjálpa og stuðla tey av manningini, sum ikki vórðu rænd.

 

“Men vit royna eisini áhaldandi at bjarga rændu manningini so væl og trygt sum gjørligt,” sigur JJ Ugland á heimasíðu síni.

 

Í royndini at taka sær av restini av manningini umborð, hava tey nú fingið ein trauma-serfrøðing og ein prest umborð á Bonitu. Traumaserfrøðingurin hevur fyrr arbeitt við líknandi málum.

 

Ugland er tilreiðar at taka tey av manningini heim, sum eru eftir umborð, og sum vilja sleppa heim eftir hendingina.

 

Samstundis er reiðaríið tilreiðar at senda nýggja manning umborð á MV Bonitu.

 

Kelda: JJ Ugland